TABLETOP Game Night á Býarbókasavninum
Vit halda áfram við spæli og hugna á Býarbókasavninum í Havn!
Vit skipa nemliga fyri einum ókeypis tiltaki við borðspølum hvønn leygardag frá 17-23 í hjartanum í Havn ❤️
Her ber til at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend – Um klassisk borðspøl ikki hevur tín áhuga, so er eisini onnur borðleikaspøl at finna sum t.d Magic the Gathering, D&D og Warhammer 40k. 🎲
Umframt okkara úrval av borðspølum, hevur Býarbókasavnið eisini fleiri spøl, ið kunnu roynast ella lánast við heim!
Øll eru vælkomin – børn og eldri, roynd og óroynd, vit síggjast! 😄
Address
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
05 Feb - 23 Jul
Every:
Sat