27 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í tilvirkaði bond

x
Book now

Hesi bond kennur tú allarhelst til, knýtt í dag akkurát líka sum víkingar gjørdu í síðari tíð. Her ber til at læra at gera tey.

Elsta virkaða band man kennur til í Danska ríkinum er frá Mammen grøvini frá 900 árunum, sami teknikkur er tó eisini funnin úr bronsuøld. Tey vóru tá sum í dag nýtt til hosubond og í eldri tíð til at kanta klæðir. Teknikkurin frá tólvtotta bandi hevur verið nýtt í allari verðini í allar tíðir. Elsta band man kennur í Danmark er trúliga úr jarnøldini. Her heima nýtist hetta band til at bera grindaknívin. Bregdaði bond vóru eisini nýtt aftur í víkingatíð, í dag nýta vit tey at kanta føroysk klæði.

Undirvísari er Ann Árnastein. Hon var bara 5 ár, tá áhugi byrjaði innan fyri handarbeiði – binda, brodera, seyma og tilvirka bond. Feldskeri og fashion design eru hennara útbúgvingar og hon hevur drúgvar royndir sum undirvísari á skeiðum við at tilvirka bond, binding, rya, rotiskón o.m.a. Eisini hevur hon undirvíst á Tekniska Skúlanum í Havn og á Kvøldskúlanum har hon enn er.

Skeiðið verður á føroyskum (skandinaviskt og enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Við í prísinum er tógv. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøku afturvið. Harumframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, sum verður í Viðarlundini dagarnar 1-3 juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

27 Jun

Price

Book now

495 DKK