29 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í brikkaveving

x
Book now

Brikkaveving er nýtt aftur í fornøld. Í Danmark eru brikkar fundnar frá uml ár 100-300. Ofta var hetta bandið nýtt til at seta upp í størri vev og harvið kanta klædnapetti beinanvegin. Í víkingaøld vóru sera vøkur bond gjørd, hjá teimum heilt ríku við traðrum úr gulli, silvuri og silki.

Undirvísari er Joana Bjarnastein. Hon er útbúgvin frá Kerteminde håndarbejdsseminarium við sergrein innan veving. Senastu 20 árini hevur hon arbeitt við veving, bæði sum handverkari á ymiskum vevstovum og sum undirvísari, m.a. á Sjóndeplinum og innan kvøldskúlan.

Skeiðið verður á føroyskum (skandinaviskt og enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar.

Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Við í prísinum er tilfar. Havið sjálvi eitt belti við. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøku afturvið. Harumframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, sum verðir í Viðarlundini í Havn dagarnar 1-3 juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

29 Jun

Price

Book now

495 DKK