28 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í at spinna á handsnældu

x
Book now

Her verður greitt frá hvussu tey royttu, rotaðu og vaskaðu ullina bæði fyrr og nú. Tú sleppur at nappa, karða og spinna ullina á handsnældu, og um tíð er til tess, eisini at tvinna.

Mangir føroyingar liva enn, sum kenna væl til, hvussu ull varð spunnin, tá ið tey vóru smá. Handsnældan er eitt ta allar fyrsta amboðið hjá menniskjaættini. Áðrenn mann lærdi at spinna, var eingin ílatin. Plantutrevjar hava fyrst verið nýttir til tess, heldur mann, men seinni hevur seyðaull verið nógv tann týdningarmiklasti tráður til klædnaframleiðslu.

Undirvísari á skeiðinum er Louisa Joensen. Meginparturin av tíð hennara fer við føroyskum rossum, og er hon eisini sera áhugað í fornhandarbeiði. At spinna á handsnældu dugur hon til fulnar, og hevur drúgvar royndir í, at undirvísa í hesum, millum annað á landnámsstevnum og livandi savnstiltøkum.

Skeiðið verður á føroyskum (skandinaviskt og enskt eftir tørvi) og varir í tríggjar tímar. Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Tilfar er við í prísinum. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøkur afturvið. Har umframt fært tú eitt dagspass til víkingatorgið, sum verður í Viðarlundini dagarnar 1.-3. juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

28 Jun

Price

Book now

495 DKK