28 Jun
Tórshavn (capital)
515 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Barnaverkstova - ger eitt borðspæl

x
Book now

Tafl ella talv var líka kul at duga í víkingatíð, sum ítrótt, handverk, rúnir og mál.

Verkstovan er fyri børnum (viðmæltur aldur 10+ ár) saman við einum vaksnum. Her sleppa tit at royna ymiskt handarbeiði, so sum at telgja kong og pussa talvfolk og síðani mála summi av teimum við víkingamáling. Spælidúkurin hevur longu fingið klæðisprent, men síðurnar skula leggjast up. Fyri at halda skil á talvfólkunum má ein pungur eisini gerast og eitt band til pungin flættast.

Amalie Jonnasdatter skipar verkstovuna. Hon hevur útbúgving innan klædnadesign og grafik v.m. og hevur drúgvar royndir sum handarbeiðslærari á Rudolf Steiner skúlanum Århus. Hon dugur mong ymisk sløg av handarbeiði í mongum ymiskum tilfari. Hon elskar at undirvísa børnum, so tit kunna gott gleða tykkum!

Skeiðið verður á donskum (føroyskt- og enskttosandi hjálpari er við) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Við í prísinum er alt tilfar. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøku afturvið. Harumframt fáa tit hvør sítt dagspass til víkingatorgið, sum verður í Viðarlundini dagarnar 1-3 juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

28 Jun

Price

Book now

515 DKK